Mikukvøldið vóru tríggir dystir í bestu kvinnudeildini í fótbólti. Tveir vóru í Gundadali, har HB hevði vitjan av Víkingi, og B36 hevði vitjan av EBS/Skála.
Undan hesum umfarinum var EBS/Skála næstfremst. Í Gundadali tapti EBS/Skála 1-0 ímóti B36. Málið skoraði Judith E. Rasmussen longu í 9. minutti.
B36 vann á Tórsvølli, og á ovara vølli í Gundadali vann HB 3-0 ímóti Víkingi. Kring hálva tíman skoraði Elin Maria Isaksen tvær ferðir – fyrra málið var við brotssparki, og 20 minuttir undan leikloki staðfesti Rúna Jacobsen 3-0 sigurin.
Úrslitini í Gundadali í kvøld hava við sær, at HB nú er fremsti avbjóðarin hjá meistarunum og toppliðnum KÍ, sum sunnudagin fær vitjan av TB/FCS/Royn.
Annan sunnudag hittast HB og EBS/Skála í Gundadali. Tá verður setningurin at finna fram til, hvat av hesum báðum skal vera fremsti avbjóðarin hjá Kí í kappingini um FM heitið.
Í Sørvági vann NSÍ mikukvøldið 2-0 ímóti 07 Vestur. Miriam Egilsdóttir skoraði miðskeiðis í seinna hálvleiki, og Stefani Cabral staðfesti NSÍ sigurin í síðsta minutti. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá Miriam Egilsdóttir í bestu deildini.
07 Vestur – NSÍ 0-2 (0-0)
0-1: Miriam Egilsdóttir 67.
0-2: Stefani Cabral 90.
HB – Víkingur 3-0 (2-0)
1-0: Elin Maria Isaksen br 29.
2-0: Elin Maria Isaksen 36.
3-0: Rúna Jacobsen 70.
B36 – EB/Streymur 1-0 (1-0)
1-0: Judith E. Rasmussen 9.
Sunnudagin 31. juli
KÍ – TB/FCS/Royn
-
| KÍ | 12 | 8 | 3 | 1 | 30 | 8 | 27 |
| HB | 12 | 8 | 1 | 3 | 41 | 12 | 25 |
| EBS/Skála | 12 | 7 | 2 | 3 | 30 | 11 | 23 |
| NSÍ | 12 | 6 | 3 | 3 | 29 | 12 | 21 |
| B36 | 12 | 6 | 1 | 5 | 37 | 20 | 19 |
| 07 Vestur | 12 | 4 | 0 | 8 | 28 | 26 | 12 |
| Víkingur | 13 | 3 | 2 | 8 | 33 | 25 | 11 |
| TB/FCS/Royn | 11 | 0 | 0 | 11 | 1 | 115 | 0 |











