Tað gekk, sum tað hevur gjørt undanfarnu ferðirnar, tá ið dreingirnir í barnaróðrinum kappaðust í góðum líkindum á ólavsøku.
Dúgvan úr Sørvági var fremst og Sævarmoy úr Klaksvík var næstfremst. Munurin milum tveir teir fremstu var ein bátslongd ella so.
Dúgvan er FM vinnari, og Sævarmoy er næstfremst í FM kappingini.
Í dag vann Spógvin hjá Róðrarfelagnum á Glyvrum bronsumerki, meðan Knúkur, sum í dag endaði á fjórða plássi, vann bronsu í FM kappingini.
-
| 1 | Dúgvan (SR) | 02:32.33 |
| 2 | Sævarmoy (KRF) | 02:35.05 |
| 3 | Spógvin (NSÍ) | 02:35.21 |
| 4 | Knúkur (Tindur) | 02:36.27 |
| 5 | Geytin (Tindur) | 02:37.34 |
| 6 | Havfrúgvin (VÍF) | 02:40.27 |
| 7 | Heykur (HVR) | 02:44.34 |
| 8 | Junkarin (KSR) | 02:45.15 |
| 9 | Falkur (HVR) | 02:46.45 |
| 10 | Tekla (KRF) | ET |
stavnur.fo
-
FM úrslitið
| 1 | Dúgvan (SR) | 35 |
| 2 | Sævarmoy (KRF) | 29 |
| 3 | Knúkur (Tindur) | 24 |
| 4 | Geytin (Tindur) | 22 |
| 5 | Spógvin (NSÍ) | 19 |
| 6 | Havfrúgvin (VÍF) | 7 |
| 7 | Blikur (AR) | 6 |
| 8 | Kollur (KÍF) | 4 |
| 9 | Junkarin (KSR) | 3 |
| 10 | Heykur (HVR) | 1 |
| 11 | Falkur (HVR) | 1 |
| 12 | Tekla (KRF) | 0 |
| 13 | Havørnin (SÍF) | 0 |
| 14 | Royndin Fríða (VK) | 0 |
| 15 | Leikalind (Tindur) | 0 |
| 16 | Marianna (VÍF) | 0 |
| 17 | Súlan (SR) | 0 |











