Sørin hevur funnið gaggurnar fram aftur

1.deild menn: Á Argjum hava tey leitað á ovasta loftið og funnið ein verjuspælara til komandi kappingarár

Tað er blanda bomm á Argjum. AB skal komandi kappingarár spæla í næstbestu deildini og fyrireikingarnar eru væl í gongd. Í vikuni bleiv kunngjørt, at Øssur Hansen verður nýggjur venjari.

 

Fleiri av ungu argjamonnunum hava longt sáttmálan og væntast at fáa ein størri leiklut til komandi kappingarár. Elias Gilstón El Moustage er komin til útifrá og tveir av Skála-beiggjunum, Rógvi og Bjarni, halda fram. Ragnar Skála hevur skift til Skála.

 

AB er eisini farið í holt við at grava garvaðar spælarar fram. Fyrst var tað Heðin Stenberg, sum fann handskarnar fram aftur og nú er tað 31 ára gamli Sørin Nygaard Samuelsen, sum hevur funnið skinnararnar fram.

 

- Hann hevur verið burtur frá fótbólti í tvey ár. Saknaður á vøllinum og í umklæðingarrúminum, men í 2024 letur hann seg aftur í gaggurnar. Verjukempan hjá AB, Sørin Nygaard Samuelsen, hevur í kvøld skrivað sáttmála við AB fyri kappingarárið 2024. Sørin, sum í dag er 31 ára gamal, er uppvaksin í HB, men hevur síðani 2014 spælt við AB. Frá 2014-2021 bleiv tað til heili 179 dystir á besta liðnum, skrivar AB og leggur afturat:

 

- Hesi árini vaks leikluturin hjá Sørini í AB-verjuni, og tá AB flutti upp úr 1. deild í 2021 var tað við Sørini Samuelsen sum liðskipara og álitið í miðverjuni. Í 2024 verður setningurin hjá Sørini og liðfeløgunum tann sami sum í 2021 - at flyta upp í Betrideildina.