Fyri løtu síðani endaði fimti partur av DR-sendingini "Stjerneklar", og nú er greitt, at Søren Haugaard Pedersen er víðari til semi-finaluna.
Søren, Anders Krogh og Esben Engholm vóru "Team Robbie Williams", sum merkir, at teir í sendingini skulu syngja løg hjá Robbie Williams.
Her má man siga, at Søren er á heimabana. Tí at syngja Robbie Williams er ikki ókent fyri hann. Í nógv ár hevur hann nevniliga sungið og framført sum Robbie Williams í vælumtókta danska cover-bólkinum Robbie.dk, tí hann hevur líknandi rødd sum bretska poppstjørnan.
Í kvøld sungu teir tríggir so stóra hittið "Angels", sum kom út í 1997. Og tað gekk sum vera man ótrúliga væl. Dómararnir vóru púrasta bergtiknir av framførsluni hjá teimum, og teir fingu serliga rós fyri at duga so væl at vera í rolluni sum Robbie Williams sjálvur.
– Søren, hvussu nógv føldi tú hendan sangin? var verturin skjótur at spyrja, beint aftaná showið.
– Eg føldi tað ordiliga nógv, svaraði Søren, sum eisini fekk heiðurin at byrja sangin.
Um tú ikki sást sendingina í kvøld, so kanst tú síggja hana HER.
##med2##
Søren Haugaard Pedersen hevur búð í Føroyum í fleiri ár, og býr í dag í Havn. Hann er oddamaður í føroyska bólkinum Hitmen.