Søpla pengarnar hjá fólki burtur

Tað verður verri og veri at trúgva, at vit ikki hava ráð at lækka skattin

 

Tað verður verri og verri at trúgva páhaldinum um, at vit ikki hava ráð til at lækka skattin.

Tað staðfestir Vinnuhúsið í morgun.

Vinnuhúsið, sum umboðar arbeiðsgevararnar, heldur nevniliga, at tað er skilaleyst, soleiðis sum landið og kommunurnar brúka pengarnir hjá skattgjaldarunum.

 

Tað gongur sjón fyri søgn, hvat skattapeningurin verður nýttur til, ljóðar lemjandi atfinningini hjá Vinnuhúsinum

 

Arbeiðsgevararnir skuldseta bæði landið og kommunurnar fyri at spæla vinnufyritøkur og tað halda tey er ikki at brúka skattapengarnar skilagott

 

- Tað almenna og kommunurnar spæla, at tær eru fyritøkur við teirri grundgeving, at privati marknaðurin ikki strekkir til.

 

Vinnuhúsið sigur, at seinastu árini eru fleiri dømi um, hvussu almennir stovnar og kommunur leggja seg eftir at reka virksemið, sum vanliga verður roknað sum vinnuligt virksemi.

 

- Eitt gott dømi er Bústaðir, ið byggir íbúðir, sum vinnan eins væl kundi bygt, eitt nú marglætisíbúðir á Skansanum, sum tikið verður til.

 

- Tað er skiljandi, at tað almenna byggir vardar íbúðir og lestraríbúðir, men stórt spurnartekin kann setast við, um leikluturin hjá tí almenna eisini er at byggja vanligar íbúðir, fyri ikki at tala um marglætisíbúðir, sigur Vinnuhúsið.

 

Tey siga, at fyritøkur, sum bjóða seg fram á hesum øki, siga, at eftirspurningurin eftir grundøkjum og bústøðum er steðgaður tí at keyparar bíða eftir íbúðunum, sum Bústaðir byggir.

 

- Stóru íløgurnar, Tórshavnar Kommuna í fleiri hevur gjørt í bygningar í miðbýnum í Havn, eru ikki bara ætlaðar til at hýsa virksemi kommununi, men eisini til at leiga út í kapping við vinnuligar útbjóðarar.

 

- Eitt annað dømi er íløgan fyri næstan 100 milliónir krónur í túsundtals fermetrar, sum Tórshavnar Kommuna ger í Sjóvinnuhúsið á havnalagnum, við tí endamáli at leiga út til vinnufyritøkur og møguliga onnur við.

 

Vinnuhúsið sigur, at avleiðingin er, at tey, sum fáast við vinnuligt virksemi innan fastogn og útleiging, halda seg aftur at gera íløgur, tí tey fáa ikki leigað tað út, sum longu er til taks.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at hetta eru góð dømi um, hvussu peningur verður brúktur á ein sera óproduktivan hátt.

- Kommunur og almennir stovnar eiga verða somikið at sær komin, at skilt verður ímillum, hvørji teirra arbeiðsøki eru og hvørji tey ikki eru.

- Talan er um borgarans skattapening, ið ikki kemur til sín besta rætt, og skuldi tí ongantíð verið kravdur inn, siga Arbeiðsgevararnir.