Eftir dystin ímóti Íslandi fríggjakvøldið varð gjørt burturúr, at Viljormur Davidsen fríggjakvøldið spældi landsdyst nummar 50.
Síðani hevur tað víst seg, at tað var ikki fyrr enn í kvøld, at hann var fyri 50. ferð á landsliðnum, tí ein vinardystur ikki varð skrásettur sum altjóða skrásettur landsdystur.
-Eg eri fegin um dystin í kvøld. At vera liðformaður, skora mál og vera við til at vinna størsta sigur, sum Føroyar nakrantíð hava vunnið er minnisríkt, sigur Viljormur Davidsen, og hann leggur aftrat:
-Heilt frá tí fyrsta, tá ið eg sum ungur drongur fór av landinum at spæla fótbólt, var dreymurin at umboða føðilandið, og eg fegnist um tað, hvørja fer eg fái tann møguleikan, sigur Viljormur Davidsen, sum vit tryggum brotssparki staðfesti søguliga 5-1 sigurin við fínum brotssparki.
Eisini Sølvi Vatnhamar, sum fyri einum mánað síðani fylti 35 ár, var í kvøld á landsliðnum fyri 50. ferð. Nú eru tað 20 spælarar, sum hava umboðað Føroyar 50 ferðir.
-Hetta kennist sera gott. Tá ið so stórur partur av tíðini fer til at venja og spæla dystir, so er tað hugaligt, tá ið úrslitið er, sum tað var í kvøld. Hóast eg eri 35 ár, so kenni eg meg framvegis at vera væl fyri, og eg vóni, at tað verður møguleiki fyri at leggja nakrar dystir aftrat teimum 50, sum nú eru skrásettir, sigur Sølvi Vatnhamar í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig á FM1.