Sølvi Vatnhamar hevur uttan iva verið ein av týdningarmestu spælarunum hjá Víkingi í ár. 29 ára gamli leirvíkingurin, sum eisini hevur fingið sítt gjøgnumbrot á landsliðnum, hevur verið sentralur spælari hjá Víkingi, sum framvegis bjóðar av í FM-stríðnum, og nú er greitt, at hann eisini er partur av liðnum í 2016 og 2017. Tað skrivar Víkingur á heimasíðu felagsins.
Sølvi hevur sambært faroesoccer.com spælt 219 dystir fyri besta liðið hjá Víkingi, og hevur hann skotið 36 mál í hesum. Áðrenn hann kom til Víking, umboðaði hann LÍF, sum er onnur helvtin av tí, sum gjørdist til Víking.









