Sølvi og Jensa eru ársins spælarar

Fótbóltsgalla 2022: Sølvi Vatnhamar og Jensa Tórolvsdóttir eru ársins spælarar

Á Fótbóltsgalla 2022, sum er á Panorama á Hotel Hafnia í kvøld, eru Sølvi Vatnhamar og Jensa Tórolvsdóttir eru ársins spælarar 2022.

 

Jensa Tórolvsdóttir hevur brilliera við nøkrum framúr málum í ársins landskapping. Hon vann heiðurin í óvanliga harðari kapping við Heidi Sevdal úr NSÍ. Nummar trý bleiv Sanna Svarvadal úr KÍ.

 

Hjá monnunum vann Sølvi Vatnhamar somuleiðis úr Víkingi. Hann vann heiðurin í kapping við Jóannes Bjartalíð, sum bleiv nummar tvey, og Árna Frederiksberg, sum bleiv nummar trý.

 

Tað eru Miðlahúsið og FM1, sum skipa fyri Fótbóltsgalla 2022 í samstarvi við Fótbóltssambandi Føroya. Fótbóltsgalla 2022 er á Panorama á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum.