Sølvi: Hetta var ein stór løta

(Ljóðsamrøða) Sølvi Vatnhamar hevði fyrireikað seg væl til at tørna út fyri landsliðið í kvøld

- Tað kendist væl, og hetta var fantastiskt, staðfesti Sølvi Vatnhamar um sín fyrsta A-landsdyst við Trónd Arge aftaná dystin. Hann helt, at samstarvið við Jónas Tór Næs riggaði framúr væl.

 

- Burtursæð frá úrslitinum, so er kenslan góð, staðfestir Sølvi Vatnhamar, sum hevði ein rimmar dyst í kvøld. Sølvi heldur eisini, at talan var um eina leikliga uppreisn aftaná dystin í Norðurírlandi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Sølvi Vatnhamar segði við Trónd Arge aftaná dystin.