Tað verður grannauppgerð og toppdystur í Klaksvík í dag. Oddaliðið KÍ fær vitjan av Víkingi, sum er næstfremst. Bæði KÍ og Víkingur hava spælt16 dystir. KÍ hevur 44 stig, og Víkingur hevur 37 stig. KÍ er ikki enn farið av vøllinum uttan úrtøku, og Víkingur hevur ikki tapt, síðani KÍ á summarmála vann 2-1 í Sarpugerði.
Í Sarpugerði eru teir í holtur við at skifta graslíki, so víkingarnir hava síðani 1-0 heimasigurin ímóti B36 mánakvøldið vant í Leirvík.
Ímóti B36 var Sølvi Vatnhamar ikki við. Hann hevur ikki vant saman við hinum í vikuni, sum fór. Tað verður vónað, at hann verður tøkur í dag, men tað fæst ikki at vita fyrr enn undir upphitingini. Noah Mneney er tøkur aftur eftir leikbann.
KÍ toppskjúttin Bob Sumareh var ikki við í 4-0 sigrinum á útivølli ímóti EB/Streymi. Hann var darvaður av vøddaskaða, men nú er hann tøkur aftur. Á Eiði fór Lars Daniel Björkman av vøllinum við heilaskjálvta. Hann verður ikki við ídag. Claes Philip Kronberg er tøkur aftur eftir leikbann.