Sølvi er stóra søgan í Sarpugerði

Landsliðsspælarin skoraði fýra mál, tá ið Víkingur vann ársins størsta sigur ímóti EB/Streymi

Hann er 37 ára gamal, og í dag var hann á vøllinum í 381. ferð í landskappingini. At 37 ár bara er eitt tal vísti Sølvi Vatnhamar í Sarpugerði í dag.

 

Eftir málleysan fyrra hálvleik vístu heimamenninir heilt aðra útgávu av sær sjálvum eftir steðgin. Tá hevði Víkingur vindin undan, og tá skoraði Víkingur átta mál ímóti EB/Streymi, sum ikki hevði Filip Djordjevic og Boga Reinert-Petersen í hópinum í dag.

 

Víkingur vann 8-0, og Víkingur styrkti við stórsigrinum um sína støðu í kappingini um silvurkrónurnar.

 

Sølvi Vatnhamar var heilt stóri maðurin í Sarpugerði. Hann skoraði fýra mál. Tað síðsta var, eftir at hann misnýtti brotsspark.

 

At Sølvi Vatnhamar skoraði fýra mál ber við sær, at hann er á veg í gullskógvin. Hann hevur skorað 20 mál, og næstur á listanum er Páll A. Klettskarð, sum mest sum alt kappingarárið hevur verið ovastur á tindinum.

 

Í síðsta umfari fer Víkingur leygardagin til Klaksvíkar at spæla ímóti meistarunum í KÍ, sum hóskvøldið í Conference League fara at spæla á Tórsvølli.