SøluRásin, sum hevur verið í ítróttarhøllini á Skála í samfull 17 fylgjandi ár, er í ár avlýst vegna vantandi undirtøku.
Tað eru ítróttarfeløgini á vestara armi á Skálafjørðinum, sum øll hesi ár hava skipað fyri SøluRásini, men í ár er tiltakið avlýst.
- Vit hava tikið avgerð um, at eingin sølustevna verður í ár. Stevnan hevur verið hildin í 17 ár uttan steðg, og hevur hon øll árini verið sera væl vitjað.
Tað sigur Anfihn Gærdum, primusmotorur aftan fyri Stáluna og eisini aftan fyri stóra tiltakið, SøluRásin er.
- Orsøkin til, at vit hava gjørt av at avlýsa sølustevnuna í ár er, at tað eru ov fáir framsýnarar. Vit vilja fegin koma sterkt aftur komandi ár og um somu tíð, sigur Anfinn Gærdum.
Hann takkar øllum, sum teknaðu seg til sølustevnuna í ár og vísir á, at feløgini - Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag, StÍf og Strálan - fara við góðum treysti at skipa fyri SøluRásini aftur næsta heyst.