Dugni bjóðar til serligan søludag í Salt, leygardagin 5. november.
Leygardagin verður serligur søludagur í Salt, har Dugni fer at selja ymiskt tilvirkað á verkstøðum. Talan er um endurnýtslulutir, og um lutir tilvirkaðir úr endurnýttum tilfari. Hetta er ein góð mynd av hvat arbeiðið hjá Dugna snýr seg um, at menniskju og lutir fáa nýggjar møguleikar at virka og hava virði. Eitt nú hava reimarnar, sum áður vóru nýttar til flutning, fingið nýtt endamál og virði sum partur av lekru taskunum, ið eru seymaðar á verkstaðnum hjá Dugna.
Dugni heldur til í hølunum hjá Salt á Drelnesi, har Dugni ígjøgnum arbeiðsfremjandi tiltøk, arbeiðir fyri at stuðla viðskiftafólkum í at hava eitt virkið lív.
Alt sum kemur inn frá søludegnum fer óskert til virksemið hjá Dugna við endurbúgving og stuðlan til at koma víðari í arbeiði ella útbúgving.
Til søludagin 5. november hevur Dugni opið í kafeini, har høvið verður at keypa nýbakaðar vaflur, kaffi, te og saft. Opið er frá kl. 12 - 17, skrivar Dugni í tíðinaskrivi.
##med2##
##med3##
##med4##