Sølan av el-bilum í Føroyum hevur rættiliga tikið dik á seg hesi seinastu árini. Ein uppgerð hjá Vinnuhúsinum vísir, at bara hesi seinastu trý árini er sølan av el-bilum seksfaldað.
Fyri tíggju árum síðan vóru eini 20.000 bilar í landinum, men bara tríggir av teimum vóru el-bilar. Í 2019 vóru el-bilarnir 99 í tali, men síðan tá er talið av seksfaldað, so nú eru yvir 600 el-bilar í landinum, sum tað sæst í talvuni niðan fyri
##med2##
Fyrst í hesum árinum vóru 603 el-riknir persónbilar skrásettir í Føroyum, og sølan veksur framvegis nógv. Heldur henda gongdin fram, verða tað næstan 10.000 el-bilar í landinum um fimm ár og tað verður næstan ein triðingur øllum bilunum.
Fremstu orsøkirnar til at sølan av el-bilum er eksploderað, er at úrvalið av elbilum veksur skjótt og samstundis batnað battaríini í stórum.
Í 2018 var vanligt at ein el-bilur hevði eitt battarí ipp á 20 kWt, men í dag eru flestu battaríini yvir 60 kWt. Tað merkir, at í dag koyra teir flestu el-bilarnir ímillum 300 og 400 kilometrar upp á eina løðing, ella upp á ein tanga, sum vit vildu sagt um bensin og diesel bilarnar.