136 fleiri nýggir persónbilar vórðu skrásettir fyrstu 10 mánaðirnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Tað vísa hagtøl frá Akstovuni. Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár vórðus eldir 1.353 persónbilar í mun til 1.217 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein framgongd í søluni upp á 11,18 prosent.
Næststørsti bólku av akførum, sum seld verða, eru vøruvognar, og eisini har er stórur vøkstur í søluni av nýggjum bilum. Fyrstu 10 mánaðirnar í ár vórðu seldir 203 vøruvognar í mun til 157 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 46 bilar ella 29,3 prosent.
Sølan av prutlum er eisini økt munandi fyrstu 10 mánaðirnar í ár í mun til fjør. Higartil í ár eru sled 78 prutl í mun til 41 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 37 prult ella 90,24 prosent.
Tilsamans vóru seld 1.826 akfør fyrstu 10 mánaðirnar í ár. Borið saman við sama tíðarskeið í fjør er talan um ein vøkstur upp á 213 akfør ella 13,21 prosent.
TRÝST HER fyri at síggja yvirlitið yvir seld akfør higartil í ár










