Føroya Oljufelagið ?Atlants Kolvetni? ella ?Atlantic Petroleum? søkir nú eftir stjóra. Endamálið hjá felagnum er at leita eftir og útvinna kolvetni. Í lýsing í blaðnum í dag stendur, at felagið fæst bert við at leita eftir og útvinna kolvetni og fer ikki inn í frálandavinnuna annars við tænastum í samband við kolvetnisvinnu.
Stjórin, sum nú verður søkt eftir, skal standa fyri fyrisitingarligu og fíggjarligu umsiting felagssins. Hann stendur fyri og leggur til rættis sambandið við almennar myndugleikar, altjóða oljufeløg og - samtøk og onnur og fyri møguligum samráðingum um sáttmálar.
Hann skal eisini skipa fyri, at felagið setur serfrøðingar innan neyðug øki fyri at kunna gerast eitt sterkt og í altjóða høpi kappingarført felag innan kolvetnisleiting og útvinning.
Umsøkjarar skulu hava prógv innan jarðfrøði, tøkni, búskap ella umsiting.
Umsóknarfreistin er 12. juni. Víst verður annars til lýsing aðrastaðni í blaðnum.