Føroya Studentaskúli og HF-skeið søkir nú eftir føstum lærara í logopedi, sum er talufrøði – læran um talubrek, og hvussu tey skulu verða viðgjørd.
Í lýsing í Sosialinum í dag søkir skúlin til komandi skúlaár eftir einum starvsfólki at seta í fast starv innan lokopediøkið á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum.
– Starvið umfatar at kanna næmingar, at útgreina møguligar trupulleikar hjá næmingum, at hjálpa og ráðgeva og undirvísa næmingum, ið hava trupulleikar at lesa og skriva orsakað av dysleksi, dyskalkuli og øðrum innlæringartrupulleikum, skrivar skúlin í lýsingini.
Arbeiðið umfatar eisini at ráðgeva og undirvísa lærarum, ið hava næmingar við nevndu trupulleikum. Viðkomandi, ið verður settur, skal hava royndir innan og góðan kunnleika til nýggjastu tøknuligu tól og hjálparamboð, ið eru á marknaðinum. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum byrjar 1. august 2015. Starvið verður lønt eftir sáttmálanum millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.