Søkja eftir 18 lærarum til Hoydalar

Føroya Studentaskúli og HF Skeið søkir í lýsing í Sosalinum eftir 14-18 lærarum at undirvísa komandi skúlaár.

Føroya Studentaskúli og HF Skeið søkir í lýsing í Sosalinum eftir 14-18 lærarum at undirvísa komandi skúlaár.

 

– Treytað av góðkendum undirvísingarvirksemi verða frá 1. august 2015 at rokna 14-18 lærarastørv leys at søkja við faksamanseting ætlað til lærugreinaraðið á Føroya Studentaskúla og HF Skeði á Hugbreytini, Náttúrubreytini og Fyrireikingarbreytini, sigur skúlin í lýsingini í Sosialinum.

 

Tað er til lærugreinarnar alisførði, enskt, evnafrøði, fornaldarfrøði, fotografi, franskt, føroyskt, ítrótt, leiklist, lívfrøði, miðlakunnleika, myndlist, sálarfrøði, amfelagsfrøði, spanskt, støddfrøði, søgu og tónleik, at søkt verður eftir lærarum.

 

Sagt verður í lýsingini, at størvini kunnu verða sett sum fast starv, ársvikariat ella tímalærarasarv.

 

– Tað veldst um, hvussu lærugreinasamansetingini hjá einstaka umsøkjaranum hóskar til langtíðartørv skúlans, sigur skúlin í lýsingini.

 

Treytin fyri at søkja er, at umsøkjari hevur akademiska kandidatútbúgving í minst einari av teimum lærugreinum, ið lýst verður eftir, ella aðra tilsavarandi útbúgving. Eisini umsøkjarar, sum ikki hava staðið endaligt prógv enn, men vænta at gera tað áðrenn skúlaárið 2015-2016 byrjar, kunnu søkja.

 

Sambært heimasíðu skúlans eru 107 lærarar á skúlanum.