Margret Mortensen og Sigrun Heldarskarð, sum báðar eru sjúkrarøktarfrøðingar og psykoterapeutar, byrja nýggjan sorgarbólk fyri vaksin mánakvøldið hin 20. januar í Havn.
- Bólkurin er fyri teg, sum hevur mist ein av tínum kæru. Kanska tú følir, at tað er trupult at fóta tær aftur - ella at síggja lívsgleðina í gerandisdegnum.
Margret og Sigrun siga, at bólkurin hittist umleið triðju hvørja viku.
- Ætlanin er, at hetta verður ein opin bólkur, har luttakarar kunnu fara úr og aðrir koma uppí, soleiðis sum tørvurin er.
Tær vísa á, at nógvar orsøkir kunnu vera til, at fólk bera sorg.
- Talan kann vera um, at fólk hava upplivað sorg, tá tey vóru børn, og talan kann eisini vera um miss, sum er uppstaðin knappliga, eitt nú av vanlukku, sjálvmorði, deyðsfalli - ella, tá ein kærur doyr eftir langa sjúkralegu, siga Sigrun Heldarskarð og Margret Mortensen.
Útbúgvingin hjá Margret og Sigrun kallast neuroaffektiv psykoterapi, sum í stuttum er loysn av traumum í nervalagnum.
- Vit hava tikið tey fyrstu árini og eru góðkendar at arbeiða sum psykoterapeutar, men útbúgvingin heldur fram.
Um tær báðar, sum skipa fyri sorgarbólki fyri vaksin, er annars at siga, at Sigrun Heldarskarð gjørdist sjúkrarøktarfrøðingur í 1991 og tók eftirútbúgving í lungnasjúkum i 2007.
Hon hevur arbeitt á medisinskari deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi síðan 1991.
Margret Mortensen gjørdist útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1983 og tók seinni serútbúgvingar innan krabbamein. Hon arbeiddi á krabbameinsdeildum á Finsensentrinum í Keypmannahavn í 10 ár.
Hon hevur arbeitt á oknologiska ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum síðan 1994, umframt tvey ár á Krabbameinsfelagnum, har hon hevði sorgarbólkar.
Fyri at melda seg til ella at fáa nærri at vita um sorgarbólkin fyri vaksin, kunnu fólk, sum hava brúk fyri hjálp, venda sær til Margret Mortensen ella Sigrun Heldarskar