Summir handlar eru avgreiddir, aðrir eru á trappuni, meðan uppaftur aðrir mugu sigast at vera reinar søgur.
Tað, sum higartil stendur púra fast er, at nøkur seinasta dags keyp eru avgreidd. Tað stendur líka greitt, at summi feløg hava verið noydd til at uppgeva søkjanina eftir ávísum spælarum.
Arsenal, sum í longri tíð hevur roynt at fingið undirskriftina hjá Julian Draxler í Schalke 04, hevur verið noytt at givið upp. Schalke 04 hevur hildið upp á leikaran, og Arsenal hevur eftir øllum at døma ikki vilja givið tað fyri Draxler, sum Schalke 04 krevur.
Londonliðið hevur tí vent eyguni móti Kim Källström frá Spartak Moskva. Hann er ætlaður at vera uppbakningur fyri skadda Aaron Ramsey, Jack Wilshire og bannlýsta í tríggjar leikdagar Mathieu Flamini.
Ógreið boð eru at frætta frá Manchester United, tí meðan summar keldur siga frá David Moyes, at Mata verður einasta keypið í hesum vineygaðnum, ganga aðrar søgur um, at United jagstrar Toni Kroos og Andros Townsend.
Eitt keyp, sum er staðfest í dag, er Fabino, ið er farin frá Manchester United til Cardiff. Somuleiðis hevur Ole Gunnar Solskjær fignið Wilfried Zaha frá Manchester United upp á eina leiguavtalu.
Eisini er staðfest, at Kurt Zouma hevur skift frá St. Etienne til Chelsea fyri 12 milliónir pund.
Sunderland hevur eisini verið úti um seg hesar seinastu dagarnar. Í dag hevur felagið keypt Liam Bridcutt frá Brighton fyri tríggjar milliónir pund, umframt argentinska Ignacio Scocco fyri ikki upplýsta keypsupphædd.
Landsmenninir, Oscar Ustari og Santiago Vergini, eru longu á Wearside, eftir at hava skrivað undir fyrr á mánaðinum.
Annars er dagurin í dag seinasti í hesum keypsvindeygaðnum, sum endar klokkan 23.00 í kvøld.










