Søgur um lívið hjá sjómonnum á Barentshavinum

Týsdagin kemur ein nýggj bók út við heitinum “Trolaralív – søgur úr Barentshavinum”. Tað er Torleif Johannesen, sum hevur skrivað bókina.

Týsdagin kemur ein nýggj bók út við heitinum “Trolaralív – søgur úr Barentshavinum”. Tað er Torleif Johannesen, sum hevur skrivað bókina.

 

Í bókini eru 28 samrøður og upplýsandi greinar um lívið og arbeiðið hjá føroysku sjómonnunum umborð á langfaratrolarunum Ennibergi, Sjúrðarbergi, Akrabergi og Gadusi. Greinarnar vórðu skrivaðar í mars og apríl í ár, tá ið høvundurin vitjaði umborð á trolarunum, meðan teir fiskaðu í Barentshavinum. 

 

-Í bókini er kunning um allar fýra trolararnar, tveir yrktir føðingardagssangir, frágreiðing frá fyrsta møtinum umborð á øllum trolarunum og kort yvir Barentshavið, sum vísir, hvar trolararnir vanliga royna.

 

Harafturat er ein persónlig frágreiðing frá høvundanum um ferðina, verður sagt í tíðindaskrivi í dag.