Skotski høvuðsstaðurin Edinburg hevur í dag verið karmur um eina søguliga hending. Fyri fyrstu ferð hava stjórnarleiðararnir úr Føroyum og Skotlandi havt toppfund.
Løgmaður og Alex Salmond, stjórnarleiðari Skotlands, eru samdir um at styrkja samstarvið munandi landanna millum.
- Skotland er í løtuni millum best umtóktu lond hjá føroyingum at nema sær hægri útbúgving í. Tá ræður um hægri lestur, eru stórir møguleikar í at samstarva um útbúgvingartilboð, bæði í Føroyum og Skotlandi.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, eftir fundin.
Løgmansskrivstovan sigur í tíðndaskrivi, at bæði Føroyar og Skotland fegnast um semjuna í makrelmálinum, og báðir partar vóna nú, at ein nøktandi loysn kann finnast í sildamálinum.
Løgmaður hevur seinnapartin eisini havt fund við Alistair Carmichael, sum er ráðharri hjá bretsku stjórnini í skotskum viðurskiftum.
Eins og Alex Salmond, kunnaði ráðharrin í skotskum viðurskiftum um fólkaatkvøðuna í Skotlandi í heyst.
Onnur mál, sum vórðu viðgjørd, vóru oljuvinna, handilssamstarv og ferðasambandið millum Føroyar og Skotland.
- Tað er ein sannroynd, at føroyska leitiøkið og økið vestanfyri Hetland er í roynd og veru sama oljuøki. Báðir partar eru samdir um at menna samstarvið, eitt nú innan infrakervið og trygd á sjónum.
Bæði Alex Salmond og Alistair Carmichael vórðu bjóðaðir at koma til Føroya, og báðir eru sinnaðir at koma til Føroya.










