Søguligur sigur hjá Ternuni

Tá Ternan í gjárkvøldið vann ímóti Mjølnir, var talan um søguligan sigur hjá flogbóltsfelagnum av Toftum

Flogbóltsfelagið Ternan hevur í ár á fyrsta sinni manslið, ið luttekur í meistaradeildini monnum, sum verður nevnd Eik-ligan.

 

Og í gjár fingu flogbóltsmenninir av Toftum ein søguligan sigur. Teir vunnu nevniliga útidystin móti Mjølni 3-0, og er tað á fyrsta sinni at besta mansliðið hjá Ternuni fær ein sigur í fremstu føroysku flogbóltsdeildini.

 

Í kvøld var Ternan aftur í eldinum, tá teir í høllini á Toftum tóku móti verandi føroyameistarunum úr ÍF. Mótstøðan í kvøld var tó ov hørð, og ÍF vann dystin í kvøld 3-0.

 

Aftaná úrslitið í kvøld, eru føroyameistararnir úr ÍF oddalið í Eik-liguni hjá monnum. Teir hava 8 stig á fyrsta plássinum, meðan SÍ er á øðrum plássið við 7 stigum. Á triðja plássið er Fleyr, á fjórða plássið Ternan, meðan Mjølnir er aftast í deildini.