Søguligur dagur í Kosovo

Landsliðið spældi í dag sín fyrsta landsdyst nakrantíð

Seks ár eftir at Kosovo boðaði frá, at landið er sjálvstøðugt, spældi landsliðið sín fyrsta landsdyst, tá teir í dag spældu málleysan javnleik móti Haiti. Dysturin, sum er FIFA góðkendur, varð spældur í Mitrovica.

 

Kosovo er ikki góðkent av hvørki Serbia ella Russlandi, og hevur heldur ikki limaskap í FIFA. Serbia hevur tó játtað, at lata Kosovo spæla um ongi fløgg eru og ongin tjóðsangur. FIFA hevur eisini góðtikið, at Kosovo kann spæla venjingardystir.

 

Kosovo hevði sent boð eftir Manchester United spælaranum, Adnan Januzaj, sum hevur røtur úr Kosovo. Hann tók ikki av tilboðnum um at spæla fyro Kosovo, sum eisini roynir at fáa spælarar, ið eitt nú umboðað Sveis, at skifta til Kosovo.

 

Dysturin í dag hevur stóran týdning fyri fólkið í Kosovo. 17 túsund áskoðarar vóru til dystin, og atgongumerkini blivu seld eftir bara fáum tímum.

 

Einki mál kom í dystinum, sum blriv spældur í oysandi regni, men tað ávirkaði ikki stemningin á leikvøllinum.