Søguligur dagur fyri Bláa Kross

– Hetta skulu vit nokk klára at fíggja yvir raksturin, sigur aðalskrivarin Frants Jensen, sum fegnast um nýggju karmarnar í Blákrossheiminum

– Hetta skulu vit nokk klára at fíggja yvir raksturin, sigur aðalskrivarin Frants Jensen, sum fegnast um nýggju karmarnar í Blákrossheiminum

 

Frants Jensen dylir ikki yvir, at arbeiðið við nýggja Blákrossheiminum á Nesi hevur kravt nógv av felagsskapinum.

 

Eisini tí var tað ein stórur dagur fyri aðalskrivaran, tá heimið í gjár varð vígt og tikið í nýtslu við stórari móttøku á Nesi.

 

– Hetta er eisini ein søguligur dagur, tí fyri fyrstu ferð í okkara samfelag er bygt eitt viðgerðarheim til at hjálpa teimum, sum hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum, sigur Frants Jensen.

 

Felagsskapurin Blái Krossur varð stovnaður í Sveis í 1877. Í 1904 kom felagsskapurin til Føroya, fyrst til Hvalbiar og síðani víðari kring landið. Í 1984 fór felagsskapurin undir at veita viðgerðartilboð, og hevur gjørt tað øll árini síðani. Blái Krossur í Føroyum hevur í dag umleið 1400 limir.

 

– Tú kanst kanska siga, at um vit gjørdu okkara arbeiði ordiliga væl, so var ikki brúk fyri einum tílíkum húsi. Men tað vísir seg tó, at tørvurin er har alla tíðina, sigur Frants Jensen.

 

Aðalskrivarin vísir á, at hesi 30 árini hevur Blái Krossur roynt at veita hjálp til fleiri enn 1000 fólk, sum hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum.

 

– Tí haldi eg at eitt tílíkt hús hevur ein ávísan týdning fyri samfelagið, sigur Frants Jensen.

Nýggja Blákrossheimið kostaði 13 milliónir krónur at byggja. Nú bygningurin er liðugur, er skuldin niðan fyri fýra milliónir.

 

– Tað er ein skuldarbyrða, sum Bláikrossur klárar at bera, sigur ein sera fegin Frants Jensen, aðalskrivari í felagsskapinum.

 

Hoyr samrøðu við Frants Jensen við at trýsta á pílin undir myndini

 

Meira um nýggja Blákrossheimið:

Petur Jacob Petersen: Vælvildin bar okkum ígjøgnum

Fult hús á Blákross

Sí myndir frá vígsluni av Blákrossheiminum við at TRÝSTA HER.