Søguligt bragd á Tindhólmi

Tveir mans hava nú verið á øllum fimm tindunum í Tindhólmi

John Petersen og Bergur Mikladal hava nú gjørt tað, sum eingin hevur megnað áður, so vítt nakar veit.

Teir hava verið á øllum teimum fimm tindunum í Tindhólmi og so vítt nakar veit, er hetta fyrstu ferð, at nakar hevur verið á øllum tindunum í hólminum.


John Petersen skrivar á Facebook, at tað tók teimum tveir dagar.

Fyrra dagin klintraðu teir niðan á Ytsta, Lítla og Bogda og seinna dagin klintraðu teir so upp á Arna og Breiða.


Síggj bergtakandi myndir frá ferðini við at trýsta HER