Søguliga stórur talvsigur

Í fyrra vinarlandsdystinum millum Føroyar og Ísland legði føroyska liðið hart út, og hølvaði Ísland av 8½ - 1½.

 

Føroysku telvararnir telvaðu trygt og væl, og sjálvt um íslendingar als einki hepni høvdu hendan dagin, so var sigurin fult uppiborin. Hetta er størsti sigurin Føroyar hava vunnið á Íslandi nakrantíð.

 

Søguligi og afturvendandi landsdysturin millum Føroyar og Ísland, er manna av bestu telvarunum uttanfyri Reykjavík, hevur verið telvaður síðani 1975. Í 1975 og 1976 stillaðu íslendarar við sterkastu telvarunum í landinum, meðan liðið í 1978 var mannað við telvarum frá Eystur - og Norðurlandinum; Ísland vann allar dystirnar.

 

Síðani 1981 hevur verið telvað aðruhvørjaferð úti og heima á umleið 10 borðum. Fyrru árini vann Ísland flestu dystirnar, meðan Føroyar seinastu árini hava verið stinnari.

 

Undan dystinum ímorgin, hava íslendarar vunnið 10 ferðir - 13 um 1975-78 telja við - og Føroyar hava vunnið 6 dystir.

 

Hóast einki er avgjørt fyrrenn síðsti leikur er fluttur, so er sannlíkindi fyri at Føroyar vinna dystin í ár. Ísland skal vinna heili 1 - 9 ímorgin, um teir skulu vinna samanlagt.

 

Seinni dysturin verður telvaður í dag klokkan 14.00 í Ósáskúlanum í Klaksvík, har møguleiki hjá áskoðarum er at hyggja eftir dystinum.