Søgulig brúgv verður umvæld

Brúgvin í viðarlundini í Miðvági er slitin, og kann gerast vandamikil at ganga á

Vága kommuna skrivar, at brúgvin er varðveitingarverd, og tí hevur verið avbjóðandi at gera vanligar umvælingar. Tað hevur ikki verið møguligt at laða hana av nýggjum, tí upprunaliga sniðið á brúnni skal varðveitast. Í longri hevur verið leitað eftir hóskandi loysnum.

 

 

 

Eftir drúgvar kanningar er gjørt av, at stálpláta skal leggjast omaná brúnna fyri at styrkja hana. Hetta arbeiðið varð gjørt í síðstu viku og í løtuni verður stoypt undir plátuna.

 

 

 

Næsta stigið verður at leggja flísar á brúnna, eisini verður eitt nýtt smiðjurekkverk sett upp, so at brúgvin far eitt snøgt og tíðarhóskandi snið.

 

Jan á Høgabóli, ið er væl kendur fyri sítt handaverk, fer at snøgga síðurnar á brúnni.