Átta dystir í kappingini um løgmanssteypið vera í dag og í kvøld. Fyrsta bríksl í seks dystum verður klokkan 15. Klokkan 18.30 hittast Skála og KÍ undir Mýruhjalla á Skála, og klokkan 19 hittast NSÍ og B36. Sunnukvøldið hittust hesi bæði liðini í landskappingardysti í Runavík. Tá vann B36 2-0.
Ein av teimum seks dystunum klokkan 15 verður í Sarpugerði, har Víkingur fær vitjan av Undrið FF. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at besta liðið hjá Víkingi fer at spæla ímóti Undrið FF. Undrið FF er fyri fyrstu ferð í næstbestu deildini, og 17. mars vann Undrið FF 2-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.
Undrið FF stovnað 18. januar 2006 og luttók fyrstu ferð í kappingini um løgmanssteypið í 2007. Luturin nógvu tey fyrstu árini var at vera við í innleiðandi umfarinum, og enn er tað ongantíð eydnast hjá Undrið FF at vinna seg víðari úr fyrsta umfari. Næst við at vinna seg í annað umfar var Undrið FF í 2012, tá ið tað var neyðugt við brotssparkskapping, áðrenn B71 í fyrsta umfari hevði vunnið á Undrið FF.
Undrið FF í kappingini um løgmanssteypið
2007 Undrið – MB 3-2
2007 ÍF – Undrið 11-1
2008 Fram – Undrið 3-0
2009 Royn – Undrið 1-2
2009 Hoyvík – Undrið 4-0
2010 Giza – Undrið 1-2
2010 Undrið – ÍF 0-1
2011 Undrið – MB 6-0
2011 Undrið – KÍ 0-2
2012 Undrið – Royn 1-0
2012 Undrið – B71 5-5 B
2013 Undrið – Royn 5-1
2013 FC Suðuroy – Undrið 2-1
2014 Undrið – MB 2-1
2014 ÍF – Undrið 14-1
2015 Undrið – Giza Hoyvík 0-5
2016 MB – Undrið 0-2
2016 Undrið – Skála 0-6
2017 Undrið – KÍ 0-4
2018 Undrið – EB/Streymur 0-3
2019 Undrið – KÍ 1-13
2020 MB – Undrið 2-6
2020 AB – Undrið 4-1
2021 MB – Undrið 0-3 U
2021 B71 – Undrið 2-1
2022 Víkingur – Undrið
Kelda: faroesoccer.com
-
Løgmanssteypið í dag
ÍF – B71: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Víkingur – Undrið FF: Dagfinn Forná kl. 15.00
NSÍ – B36: Petur Reinert kl. 19.00
Skála – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 18.30
EB/Streymur – 07 Vestur: Alex Troleis kl. 15.00
HB – FC Suðuroy: Rani A. Skaalum kl. 15.00
AB – B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
TB – FC Hoyvík: Lars Müller kl. 15.00
Fjórðingsfinalurnar vera mikudagin 18. mai.











