Føroysk fótbóltssøga verður skrivað leygardagin, tá kvinnufinalan í steypakappingini í fótbólti verður spæld, tí tá verður øll dómarakvartettin mannað við kvinnum.
Elsa Andreasen skal døma finaluna, hjálpardómarar vera Oda Andreasen og Laila S. Midjord, meðan Heidi Lava Elgeirsdóttir verður 4. dómari.
Elsa Andreasen dømdi eisini steypafinaluna hjá kvinnum í fjør. Tá var tað fyrsta ferðin, at ein kvinna dømdi steypafinaluna, men tá vóru Jan Hermansen og Bent Tommy Linklett hjálpardómarar og Thorvald J. Petersen 4. dómari.
Men í ár verða tað so tríggjar kvinnur aftrat Elsu Andreasen.
Liðini, sum hittast, eru KÍ og ÍF og hesin dysturin verður spældur klokkan 16.30 leygardagin 24. august.










