Seinnapartin í dag er søgu- og sangløta í býarbókasavninum í Vági, betri kent sum Miðlatúni.
Tað verður løta við barnasangum og barnasøgum, umframt at okkurt leskiligt verður til børnini og tey vaksnu.
Hetta er eitt av mongu tiltøkunum í Vági nú heystferia er, og byrjar tiltakið kl. 16.00 í dag , mánadagin 10. oktobur.
Finn Johannessen, lærarari, ið eisini hevur undirhildið nógv, fer at lesa søgur og syngja við børnunum, frættist frá Vágs Býarbókasavni og Miðlatúni.