Í hesum døgum verður ferðast kring landið við leikinum "Kom bara inn, eg skal ikki gráta", sum Ria Tórgarð hevur rit- og leikstjórnað. Leikurin hevur fingið góð ummæli.
Leikurin tekur upp árin, ávirkan og hjáárin av at ættarlið av børnum og familjur teirra vóru skild hvør frá øðrum í langa tíð. Í gjøgnum høvuðspersónin verða persónlig upplivilsi lýst, samstundis sum leikurin nemur við eitt sárbært tíðarskeið í søguni hjá føroyska sjúkrahúsverkinum.
Fríggjakvøldið 8.okt. verður leikurin sýndur í Listastovuni í Miðvági. Ikki seld atg.m. á atgongumerki.fo kunnu keypast við dyrnar frá kl 1930.
Myndin er frá frumframførsluni í Finsen 15.sept. Myndina hevur Haldur Suni Johansen tikið.