Søgan vann á avbjóðarunum

Champions League: Tað blivu søguríku Real Madrid og AC Milan, sum vunnu fyrru fjórðingsfinalurnar

í gjár vóru tvær av fyrru fjórðingsfinalunum í Champions League. Í báðum førum var talan um spennandi uppgerðir. Verandi vinnararnir úr Real Madrid vunnu 2-0 á Chelsea, meðan AC Milan vann italsku uppgerðina móti Napoli á San Siro.

 

Real Madrid – Chelsea 2-0 (Karim Benzema 21, Marco Asensio 71)

 

Hetta er ein endurtøka av fjórðingsfinaluni í fjør. Tá vann Real Madrid 5-4, eftir at hava verið við undirlutan. So tóku menn sum Karim Benzema og Luka Modric yvir. Tað er einki eldir og spældu eins væl í gjár.

 

Real Madrid hevur verið í einum lítlum aldurdali í La Liga, men í gjár var alt við tað gamla í Champions League. Karim Benzema legði heimaliðið á odda í fyrra hálvleiki og aftaná ein tíma fekk Ben Chilwell beinleiðis reytt kort, fyri at brúka neyðbremsuna.

 

Nú legði Real Madrid enn meira fyri og úrslitið kom stutt fyri tíð, tá innskifti Marco Asensio skoraði við skoti  stutt uttanfyri brotsteigin. Chelsea hevði nakrar málmøguleikar, men liðið hevur ikki skorað í fýra dystum

 

AC Milan – Napoli 1-0 (Ismael Bennacer, 40)

 

Dysturin var ikki meira enn byrjaður, tá kundi Napoli havt skorað tvær ferðir. Tað bleiv ikki, men fimm minuttir fyri hálvleik bragdaði hjá heimaliðnum, tá Ismael Bennacer smekkaði bóltin í málið. Stutt seinni mundi Simon Kjær stúta bóltin í málið, men rakti tvørstongina.

 

Napoli royndi í fleiri førum at svara aftur, men útlitini bilvu verri eitt korter fyri tíð, tá Andre Zambo Anguissa fekk sítt seinna gula kort. Miðvallarin er ein týðandi spælari fyri Napoli, sum eisini var uttan áleyparan Victor Osimhen. Hann væntast tó klárur til returdystin.

 

Søguliga er AC Milan eitt størri felag enn Napoli. Teir reyðu og svørtu úr norðuritalska býnum Milano hava vunnið Champions League sjey ferðir, men í ár er Napoli omaná. Í Seriu A eru 22 stig á munin millum hesi feløgini og tað er ongin ivi um, at Napoli vinnur sítt fyrsta meistaraheiti síðani 1990, tá Diego Maradona ráddi fyri borgum.

 

Tí skuldi Napoli eisini verið favorittur at komi víðari, men ein innanhýsis dystur í landskappingini fyri nøkrum vikum síðani, hevur sett spurnartekin við favorittleiklutin. AC Milan vann nevniliga 4-0 á Diego Armando Maradona leikavøllinum í Napoli.

 

Tað er lagt upp til eina spennandi returuppgerð í Napoli í komandi viku.