Søgan um føroyskar kvinnur í USA

Alt AV  Kærleika er heitið á nýggjari bík um føroyskar kvinnur í USA.

 

Tað er Dagny Joensen, sum hevur skrivað bókina um nakrar kvinnur, sum fóru úr Føroyum til USA at búgva. 

Í sekstiárunum giftust fleiri føroyskar kvinnur við amerikanarum, sum vóru í Føroyum í sambandi við útbyggingina av Loranstøðunum.

 

Onkrir av hesum monnum vóru í herinum, aðrir arbeiddu hjá telefyritøkum og nú hevur rithøvundurin verið í USA og hitt fýra av hesum kvinnum.

 

Tær siga frá lívinum, manninum, børnunum, og hvussu tað hevur verið í USA.

 

- Tær flestu eru í dag  amerikanskir ríkisborgarar, men siga seg føla seg sum føroyingar og eru stoltar av sínum uppruna, sigur Mentunargrunnur Studentafelagsins, sum hevur givið bókina út.