Søgan sær út til at endurtaka seg

Nú føroysku og norsku meistararnir fara at hvíla seg, er einki mál skorað

Tað er næstan fullsett á Tórsvølli, har KÍ hevur vitjan av Molde, og har pláss at halda fram í Champions League stendur upp á spæl.

 

Støðan er málleysur javnleikur. Hetta er ikki ókent, tí bæði ímóti ungverska og svenska meistaraliðnum var úrslitið á heimavølli málleysur javnleikur.

 

KÍ hevur á ongan hátt verið niðurspælt. Fyrstu løtuna var KÍ omaná, og tá eydnaðist at vinna spentar støður í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, men so vann Molde yvirtak og spældi seg tvær ferðir ígjøgnum í vinstru, og tá var vandamikið, tá ið bólturin var lagdur útfrá, og so var talan um heilt vandamikla støðu í KÍ brotsteiginum eftir horna úr høgru.

 

Hvørja ferð KÍ hevur vunnið deyðbólt á mótstøðuhálvuni, hevur tað kenst vandamikið, tá ið Árni Frederiksberg hevur lagt innfyri, um talan so hevur verið um hornaspørk ella fríspørk.