Tað sær ikki út til, at nakar hevur møguleika at fara upp ímóti gentunum úr Kollafirði, sum manna Kjósina. Tær vóru sannførandi FM vinnarar í fjør, og higartil í ár hava tær vunnið allar róðrarnar.
Aftur í dag var talan um sera sannførandi sigur. Kjósin var alla tíðina á odda, og á málinum vóru tað fleiri enn sjey sekund aftur til næsta bátin.
Nú eru tað fimm stig frá Kjósini og aftur til næsta bátin, sum er Spógvin av Glyvrum. Í dag var tað Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag, sum var næstfremstur, og tí var tað, at fjarstøðan frá Kjósini og aftur til næsta bátin vaks við einum stigi.
##med2##
úrslit/rsf.fo