Fyrrverandi liðskiparin hjá brasilianska landsliðnum í fótbólti, Socrates, er farin, bara 57 ára gamal.
Hann var illa fyri við bruna í gørnum og tarmi, tá hann varð innlagdur á eitt sjúkrahús í Sao Paulo fríggjadagin.
Socrates, sum verður mettur sum ein av heimsins bestu miðvallarleikarum nakrantíð, varð lagdur í respirator leygardagin.
Hann spældi við í tveimum HM endaspølum millum 1979 og 86, og í 60 dystum fyri Brasilia skoraði hann 22 mál.
Fyrrverandi Corinthians spælarin, hvørs fulla navn var Socrates Brasileiro Sampaio de Sousa Vieira de Oliveira, varð fluttur á Albert Einstein sjúkrahúsið í Sao Paulo við mateitran, sambært konu hansara.
Ein talsmaður fyri sjúkrahúsið segði, at fyrrverandi fótbóltsleikarin var kritiskari støðu orsakað av brunaskelki í gørnum og tarmi.
Sunnudagin vann Corinthians brasilianska meinstaraheitið fyri fyrstu ferð í seks ár. Áskoðarar hildu upp skelti at heiðra og æra Socrates, og leikararnir hildu knýttan neva høgt upp í loft í einum minutti tøgn undan dystinum at eftirgera mátan, Socrates feiraði eina skoring, skrivar BBC Sports.










