Soccernet heiðrar føroyskum avrikum

Havandi í huga at Hvítarussland vann á Fraklandi og at Kýpros fekk javnleik ímóti Portugal í seinasti umfari, so hevur Soccernet gjørt eitt yvirlit yvir sjokk úrslit í EM undankappingum.

 

Millum dystirnar teir hava valt at varpa ljós á, eru minniligu landsdystirnir hjá føroyska landsliðnum ímóti Eysturríki og Skotlandi. Um dystin ímóti Eysturríki skrivar soccerner um ?Chess Champion? Torkil Nielsen og um Jens Martin Knudsen og hansara ?bobble hat.?

 

Hin dysturin hjá Føroyum, ið Soccernet hevur valt, er 2-2 javnleikurin ímóti Skotlandi á Svangasgarði í 2002. Her tosa teir mest um táverandi venjarin hjá Skotlandi, týskarin Berti Vogts. Hann hevði klára seg illa upp til dystin og tað kom illa við, at John Petersen longu eftir 12 minuttir hevði lagt Føroyar á odda 2-0.

 

Av øðrum dystum nevna teir millum annað Luxembourg ? Holland 2-1(1963), Albania ? Vestur Týskland 0-0(1967), Kypern ? Italia 1-1(1983), Vestur Týskland ? Norður-Írland 0-1(1983), Hvítarussland ? Holland 1-0(1995), Luxembourg ? Tjekkia 1-0(1995), Norður-Írland ? Spania 3-2(2006).

 

Greinin er at finna her:

 

soccernet.espn.go.com/columns/story