Vit stilla upp fyri allar politiskar flokkar, og vit fara sjálvsagt at umboða okkara flokkar á tingi. Men hinvegin ynskja vit at samstarva um viðurskifti og um evni, sum eftir okkara tykki higartil ikki hava fingið tað neyðuga uppmerksemið í politisku skipanini.
Vit siga tí allar:
Ja til íverksetan, eisini fyri kreativar vinnur!
Ja til betri kor fyri støk foreldur!
Nei til kynsligan ágang!
Nei til fátækradømi fyri kvinnur í aldurdóminum!
Hesin listin er langt frá troyttur, men neyðugt er at byrja onkunstaðni.
Lat okkum gera okkurt annað, enn tað vit plaga. Lat okkum seta krossin fyri øktari kynsjavnvág á tingi.
Gott val!
Kvinnur, sum stilla upp fyri A, B, C, D, E, F og Ht koyrikortið í hálvt ár fyri fyrilitsleysa koyring, tá hann yvirhálaði ein bil við ein gonguteig, har ein kona skuldi yvur um vegin við barnavogni.
Hendingin fór fram í apríl í ár, tá maðurin kom koyrandi eftir Hoyvíksvegnum norðureftir. Hann yvirhálar ein bil, sum var steðgaður við ein gonguteig. Maðurin, sum yvirhálar, varnast ikki, at ein kona er á veg út á gonguteigin í vinstru síðu.
Maðurin játtaði seg sekan í fyrilitsleysari koyring.
Ákærin mælti til, at maðurin fekk eina bót upp á 1500 krónur og skuldi haraftrat missa koyrikortið í hálvt ár. Orsøkin til, at hann skuldi missa koyrikortið var, at hann hevði ein annan ferðsludóm frá mars 2008, har hann hevði fingið treytaða frádøming av koyrikortinum fyri ov nógva ferð.
Ein av treytunum var, at hann ikki mátti bróta ferðslulógina næstu trý árini, og tá hendan royndartíð ikki var av, misti maðurin koyrikortið í hálvt ár.
Maðurin tók við dóminum.