So ymiskt kann fáast fyri pengarnar

- Báðir bygningarnir eru stásiligir, men so ymiskt kann fáast fyri pengarnar, sigur Ruth Vang, løgtingslimur.

Løgtingslimurin hjá Framsókn, Ruth Vang, hevur í hesum døgum verið á stýrisfundi í norðurlendska mentunargrunninum, sum var í Reykjavík í gjár.

 

- Her greiddi stjórin í Hørpuni, Halldor Gudmundsson, frá, at tvær sera líkar byggiverkætlanir fóru í gongd í 2006, Harpan í Reykjavík og Elbsymfoniin í Hamburg.

 

Sambært Ruth Vang segði Halldor Gudmundsson, at báðar hesar verkætlanir høvdu sama íløgukarm á 100 miljónir evrur.

 

- Harpan kostaði tvær ferðir so nógv sum ætlað og varð liðug í 2011. Elbsymfoniin í Hamburg kostar fyribils 10 ferðir so nógv sum ætlað og letur upp seinni í ár.

 

Á sínari facebook-síðu heldur Ruth Vang fyri, at báðir bygningarnir eru stásiligir - men so leggur hon aftrat, at so ymiskt kann fáast fyri pengarnar.