So verður vátt kortini

Danska veðurstovan DMI, sum í gjár var heldur bjartskygd, hvat veðrinum restina av vikuni viðvíkti, væntar nú kortini regn.

Mikudagin fer eitt brúgvalag við regni framvið Føroyum úr vestri. Síðani breiðir ein hátrýstsryggur seg yvir Føroyar úr útsynningi og lýggjari luft streymar komandi dagarnar úr útsynningi.

 

Mikudagin verður hvassur vindur av suðri og útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið og regn. Hitin um 10 stig. Hósnáttina snarar hann í ein vestan og makar niður í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Fyrst regn, men sum frá líður klárar í og tað verður turt. Hitin millum 6 og 9 stig.

 

Hósdagin verður lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 metrar um sekundið, av vestri, sum snarar í ein útsynning. Turt og kanska sólglottar, men út á náttina skýggjað. Hitin millum 5 og 10 stig

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin um 10 stig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 metrar um sekundið, av útsynningi. Skýggjað, og kanska regn av og á. Hitin um 10 stig.

 

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt og um náttina klárar í. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum øtlar upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og um náttina regn av vestri. Hitin millum 7 og 10 stig.