So verður pyntað til jóla

Í dag eru 52 dagar til jólaaftan, og sjálvt um kavin ikki er komin, so byrja handlar, einstaklingar og onnur at finna jólapyntið fram nú.


Tórshavnar kommuna plagar at gera nógv burturúr at pynta býin til jóla, og í ár tykist ikki at vera nakað undantak. Arbeiðsmenn hjá kommununi eru nevniliga longu farin í holt við at pynta húsini út eftir Bryggjubakka við perum og granni.


Myndamaðurin hjá okkum tók hesa myndina, nú Tórshavnar kommuna er farin undir at pynta til jóla.