So verður stevna heima á Sandi

Sandoyarstevnan, sum verður á Sandi í ár, byrjar næsta fríggjakvøld og heldur fram til og við sunnudagin.

Sandoyarstevnan, sum verður á Sandi í ár, byrjar næsta fríggjakvøld og heldur fram til og við sunnudagin. Bæði fríggjadagin seinnapart, fríggjakvøldið og sunnudagin er ymiskt á skránni, men størsti dagurin á stevnuni verður leygardagurin, 9. juni.

 

Umframt barnatiltøk, eitt nú boing-bóltar og hoppiborgir, sum verða á skránni fríggjadagin og fríggjakvøldið, verður eisini ein forvitnislig filmssýning fríggjakvøldið, har ein nýgjørdur skemtifilmur eftir Hanus Johannessen verður sýndur.

 

Seinast á skránni fríggjakvøldið verður kafékvøld, har Eyðstein Ólason og Jónsvein Olsen fara at undirhalda við tónleiki. Eisini verður stevnuspurnarkapping og felagssangur.

 

Leygardagin, 9. juni letur Listasavnið upp klokkan 11, og á middegi hevur Veltan opið hús í Stóratunnli, har okkurt forkunnugt verður til matna, og søla verður av grønmeti og blómum.

 

Tað verður Kjartan Atlason Jensen, sum fer at seta Sandoyarstevnu klokkan 14.30 leygardagin, og ein hálvan tíma fyri setanina verður skrúðgonga úr skúlanum og út á Ljósafløtt, har eisini Havnar Hornorkestur fer at luttaka.

 

Seinnapartin leygardagin verða fleiri barnatiltøk, eitt nú hoppiborgir, tombola, fiskibrunnur og boing-bóltar. Haraftrat verður rulluskoytukapping og onnur spøl fyri børnum.

 

Veltan fer aftur at bjóða til opið hús leygardagin, og klokkan 16 verður togtogan millum bygdirnar í Sandoynni, eins og trillubørukoyring verður millum bygdaráðslimir. Klokkan 16 leygardagin fara brandbilur, sjúkrabilur og politibilur at vitja við kommunuskrivstovuna.

 

Bygdasavnið fer at hava opið í Norðaru Koytu, og Tóra Knudsen fer at syngja í Virkinum. Skjótikapping verður Úti í Støð, og ævintýrtúrur verður við Honnu á Reynatúgvu, og túrurin byrjar í Virkinum. Men, í Virkinum verður eisini ymiskt annað. Her verða seldir stevnubúffar frá klokkan 18, og stutt eftir verður konsert við Hanusi G. Johansen.

 

Leygarkvøldið verður lovsongur við Vón úr Skopun, eins og filmssýning og skemtifilmurin hjá Hanusi verður endursýndur. Føroyskur dansur við Leikum Fagurt verður leygarkvøldið klokkan 22, og hálvan tíma fyri midnátt verður midnáttarsangur, sum endar við midnáttarrøðu, har Kristian Højsted fer at siga nøkur orð.

 

Leygarkvøldið endar við góðum dansi í Virkinum við Rana Nolsøe Band.

 

Sunnudagurin byrjar við gudstænastu við Jákupi Reinert Hansen, og tíðliga seinnapartin verður eisini sunnudagsskúli í Virkinum.

 

Ragnar Olsen fer at hava guitarkonsert í Listasavninum klokkan 15, og klokkan 16 verður ein forvitnisligur fuglatúrur kring Sandsvatn við Honnu Joensen – og at enda sunnudagin verður aftur filmssýning, og nýgjørdi skemtifilmurin verður eisini aftur á skrá.