Leygardagin 20. oktober verður seyðasýning Úti í Støð á Sandi, og sýningin verður í bygninginum á havnalagnum, har vektin stendur.
Tey, sum skipa fyri, siga, at tikið verður ímóti seyði frá klokkan 08 til 10 leygarmorgunin, og síðan byrja sýnsmenn so spakuliga at sýna seyðin.
- Sýningin heldur fram, til vinnararnir eru funnir. Hvør seður kostar 50 krónur, og ætlanin er, at kaffi og køkur verða at fáa, meðan tiltakið er.
Fyriskipararnir siga, at virðislønir verða latnar fyri 1. Besta brund (1,2 og 3), 2. Besta haga (1,2 og 3), 3. Besta heimaseyð (1,2 og 3) og 4. Besta veðr (1).
Lagt verður aftrat, at gestaseyðir eru vælkomnir at verða við til sýningina, og annars eru øll hjartaliga vælkomin at verða við til tiltakið á Sandi.