Regattasigling verður av Eiði til Hósvíkar fríggjadagin 12. august, og loyst verður á Eiði klokkan 17 henda seinnapart.
Tá bátafylgið kemur til Hósvíkar, verður góður døgurði frá Matsmiðjuni hjá Ruben Busk í bygdarhúsinum, og um kvøldið verður livandi tónleikur við Hanusi G og Hans Andriasi.
Í Hósvík verður eisini felagssangur og midnáttarrøða, og røðari verður eingin minni enn sera skemtiligi sørvingurin og løgtingsmaðurin, Jørgen Niclasen. Eftir røðuna spæla ROX til dans í bygdarhúsinum.
- Tá regattasigling er í Sundalagnum, plagar tiltakið at savna umleið 800 fólk í Hósvík, vita tey í Sunda kommunu, sum Hósvík eisini er partur av, at siga.