Vit hava gjørt av, at skipa fyri útsettu ungdómskappingini á sama stað, Ungmannafelagshúsinum Eydnuni á Oyrarbakka, Leygardagin 16. februar klokkan 11.30.
Øll liðini sum teknaðu seg til kappingina 2. februar, sum bleiv útsett vegna veður, eru sjálvsagt eisini teknaði til kappingina 16. feb. Best er tó um øll lið bæði úr skúlum og talvfeløgum tekna til av nýggjum áðrenn týsdagin 12.februar 2002.
Møguleiki er enn hjá øðrum áhugaðum at tekna seg á tlf. 210056, ella teldupost: berglis@post.olivant.fo