Tað er ein gamal dreymur hjá nógvum politikarum og borgarum at leggja partar av teirra býum undir glastak. Í áttatiárunum varð tosað um at leggja partar av miðbýnum í Klaksvík undir glas, og Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, førdi í fjør fram, at man átti at lagt gongugøtuna í Havn undir glas. Hvørgan av verkætlanunum bleiv til nakað, men nú fær eitt torg í høvuðsstaðnum glastak.
Arbeiðið við at leggja glas á Perlutorgið gongur framá, og dag verður glasið lagt á torgið, ið liggur millum Miðlahúsið, Reinsaríið og Perluna.
Tað er Atlanticpane, ið stendur fyri arbeiðinum at leggja glas á torgið.
Tórshavnar kommuna metir, at arbeiðið kostar umleið eina millión krónur, og skal tað eftir ætlan leggja lunnar undir, at torgið kann í størri mun brúkast til tiltøk av ymiskum slag.