So verður FM í Counter-Strike GO

Eftir FM finaluna verður eitt úrvalslið sett saman, og hesir koma at royna seg í norðurlendsku kappingini King of Nordic.

Leygardagin skipa esport.fo og Vodafone fyri finaluumfari í FM í Counter-Strike Global Offensive í SMS í Havn. Fýra tey bestu liðini úr undankappingunum, ið hava verið seinastu mánaðirnar, fara at kappast um meistaraheitið.

 

- Áhugin er veksandi fyri hesum kappingum. Til kappingina í fjør luttóku 100 spælarar, og hesaferð vóru 130 spælarar við. So, áhugin er størri, vinningarnir eru størri, og nú fáa bestu leikararnir so eisini møguleikan at sleppa við til norðurlendsku kappingina, sum kann verða ein lopfjøl til størri altjóða kappingar.

 

Tað sigur Rúni Winther Johnsen, sum stendur fyri Esport.fo. Hann vísir á, at FM finalan verður á Torginum í SMS leygardagin klokkan 14, har øll eru vælkomin at fylgja við. Eisini verður stroymað beinleiðis á vodafone.fo og esport.fo. Vinningar verða latnir fyri meira enn 25.000 krónur.

 

Eitt av luttakandi liðunum er StoleYourGlory, sum vann FM í fjør. Teir hava góðar vónir til kappingina. Ein av teimum fimm leikarunum á liðinum er Hermann Joensen, sum hevur spælt umleið 3000 tímar av Counter-Strike GO seinastu tvey árini.

 

Hermann Joensen sigur, at besta fyrireikingin er at spæla nógv saman. Í Counter-Strike GO snýr tað seg um millisekund og skjótar reaktiónir, so tað er týdningarmikið at vita, hvussu liðfelagarnir hugsa, tí tað er ikki altíð tíð til at tosa saman.

 

Eftir FM finaluna verður eitt úrvalslið sett saman av bestu leikarunum. Hesir koma at royna seg í norðurlendsku kappingini King of Nordic, har teir sita á Vodafone í Føroyum og kappast ímóti hinum norðurlondunum á netinum. Kappingin er í 10 umførum, og til hvønn dyst fylgja áleið 4000-6000 áskoðarar við beinleiðis á netinum.

 

Høvuðsstuðul í FM kappingini er Vodafone, ið stendur fyri netuppseting, veiting av servarum og øllum tí tekniska. Harafturat verður kappingin eisini stuðlað av SMS, Expert og Atlantic Airways.