Sunnudagin 24. februar klokkan 15 bjóðar Bygdarhúsið í Leirvík til Sólarkaffi, og hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum á hvørjum ári verður fyriskipað í Leirvík.
- Kongadagurin 11. februar er farin aftur um bak, og nú fevnir sólin nærum alla bygdina eftir at hava verið burtur seinastu tríggjar mánaðirnar.
Í Leirvík bjóðar Bygdarhúsið tí til stórt køkuborð við køkum, sum bygdafólkið letur.
- Regin Arnason Jensen fer at syngja nøkur løg, og listafólk úr bygdini koma at sýna fram. Eitt Elduvíkskrov verður eisini lutað burtur, siga tey í Leirvík.