Í dag er 2. páskadagur, og tað merkir, at nógv børn og vaksin kring landið fara at rulla egg. Í summum bygdum verður rullað á ávísum støðum, og her savnast bygdarfólkið til eina hugaliga løtu.
Um páskirnar verður nógv ferðast. Fólk leita heim aftur í kent umhvørvi at vitja familju, vinir og kenningar, og onnur leita sær í felagsskapi í summarhús út á bygd.
Her á Tvøroyri rullaðu nøkur børn egg stundisliga í morgun. Tey eru í Suðuroy og ferðast um páskirnar, og ætlaðu sær heim aftur við Smyrli klokkan 11 í morgun.
Tí varð farið tíðliga upp í morgun at mála egg og seinni at rulla, og nú Smyril loysir á Tvøroyri á veg norður aftur um Suðuroyarfjørð, eru eggini longu rullað, og børnini hava havt eina hugnaliga løtu.










